Lóg Felagsins

Lóg
Fuglafjarðar Handverkarafelag

§ 1.
Navn felagsins er Fuglafjarðar Handverkarafelag

§ 2.
Áhugamáls felagsins er at stuðla limir tess, við samsinn og samhald til at røkja felags áhugamál teirra. At stuðla teimum í øllum viðurskiftum so sum fíggjarliga og mentunarliga.
Taka sær mest møguligt av uppaling lærlinganna.

§ 3. Limaskapur
Rætt til at gerast limur hevur hvør føroyingur, ið á niðanfyri nevnda hátt kann prógva, at hann er handverkari, serarbeiðari ella lærlingur:
1. Hevur fingið sveinaprógv ella fingið lærubræv.
2. Hevur staðið limur í øðrum handverkarafelag, tó skal hesin prógva limaskap sín.
3. Er serarbeiðari ella fingið serloyvi at arbeiða sum handverkari erftir reglum, sum nevndin setur.

§ 4. Innliman
Við innliman skal verða greitt frá fylgjandi: Yrki, fullum navni, bústaður, føðingarstaði, ári og degi.
Limingargjaldið er tað til eina og hvørja tíð galdandi gjald, ið verður ásett á aðalfundi/eykaaðalfundi.

§ 5.
Um arbeiðsloysi ikki er, ella er í vænti, kann hvør útlendingur, sum starvast innan handverksøkið, og sum annars fylgir teim treytum, ið felagið áleggur, gerast limur.
Fyri útlendingar eru hesar reglur galdandi:
Felagspappír ella sveinabræv teirra frá útlandinum eiga at vera í lagi.
Annars verða niðanfyri nevndu reglur at galda fyri útlendingar.
a. Fyri at gerast regluligir limir, skulu teir prógva, at teir hava arbeitt minst 12 (tólv) mánaðar hjá meistara, íð er limur hjá føroyskum handverksmeistarafelag.
b. Fyribilslimir skulu ganga undir treytinar sum eru nevndar “Reglugerð fyri útlendingar” . Fyribilslimir hava ikki atkvøðurætt á fundi og fáa ikki peningarligan stuðul frá felagnum.

§ 6. Útliman
Um limur ætlar sær burtur at arbeiða, skal vera sagt frá, so hann kann vera skrásettur sum hvílandi limur.

§ 7. Limarættindi
Hvør limur, ið fylgir teim treytum, henda lóg ásetir, og annars ikki mótarbeiðir felagnum, hevur eisini øll tey rættindi, henda lóg gevur, t.d. talurætt, atkvøðurætt og skaða / sjúkrapengar.

§ 8.
Hvør einstøk arbeiðsgrein hevur rætt til at velja eina 3 mannanevnd at umboða seg. Um onkur grein ikki nýtir henda rætt, kann felagsnevndin útnevna 3 umboð úr hesi grein, um átroðkandi grund er fyri tí. Hesar 3 mannanevndir eru tó bert ráðgevandi.

§ 9. Limaskyldur
Limur í felagnum hevur skyldu til at fylgja øllum lógum, reglugerðum og sáttmálum felagsins.
Hann má ikki arbeiða fyri ella saman við óskipaðum handverkara ella saman við handverkara, ið er skipaður í felagsskapið, sum ikki er góðkendur av felagnum.
Brot á felagsins lógir, reglugerðir ella sáttmálar eru limir skyldugir til at klaga um til nevndina.

§ 10.
Brýtur limur lóg, reglur ella sáttmálar hjá felagnum, skal felagsstjórnin taka sær av hesum í fyrstu syftu.

§ 11.
Tá limir gerast 67 ár fáa teir heiti “heiðurslimur” Hesir gjalda ikki limagjald.

§ 12.
Verður limur koyrdur úr felagnum, kann hann ikki verða uppafturtikin, uttan at stjórnin er samd um hetta ella játtan frá aðal- ella eykaaðalfundi.

§ 13. Stjórnin.
Nevnd felagsins er samansett av fimm nevndarlimum, ið verða valdir fyri tvey ár á gangin á tann hátt, at formaðurin og ein nevndarlimur ganga út annaðhvørt ár og hinir tríggir nevndarliminir annaðhvørt ár.
Formaðurin verður valdur á ársaðalfundinum við seðlaatkvøðu, og skal bert eitt navn av handverkara, sum er staddur á fundinum, á hvønn seðilin.
Síðan verða valdir 1-3 nevndarlimir við seðlaatkvøðu, og skulu her 1-3 nøvn á handverkararum standa á hvørjum seðli.
Tiltaksmenn verða teir tveir, ið næstir eru í atkvøðutali.
Lærlingar kunnu ikki verða valdir í nevnd felagsins.
Nevndin skipar seg sjálv við næstformanni og skrivara. Nevndin setur ein kassameistara.

§ 14.
Formaðurin hevur ábyrgd fyri, hvussu stjórnin arbeiðir. Hann boðar til stjórnarfund, tá ið hann heldur tað verða neyðugt, tó í minsta lagi tvær ferðir um árið, ella tá ið 2 av stjórnarlimunum ynskja tað. Formaðurin stýrir stjórnarfundinum.

§15.
Næstformaðurin skal – tá ið formaðurin ikki kann vera hjástaddur – taka sær av hansara arbeiði.

§ 16.
Skrivarin skal føra fundarfrágreiðing frá hvørjum fundi.
Fundarfrágreiðingin skal undirskrivast av fundarlutakarunum: formanni / næstformanni, nevndarlimum og skrivara.

§ 17.
Brøv frá Fuglafjarðar Handverkarafelag skulu vera undirskriva av formanni ella næstformanni og skrivara.
Undan hvørjum aðalfundi skal formaðurin skriva stutta og greiða lysing av arbeiðinum i farna ári.

§ 18.
Kassameistarin skal føra roknskap felagsins og halda greitt skil á limunum. Hann skal røkja uppkrevjing av limagjaldi, annaðhvørt sjálvur ella við bidnari hjálp. Hann skal gjalda allar rokningar, sum koma til felagið, og sum formaðurin hevur váttað.
Annars skulu øll peningaskjøl verða undirritað av formanninum og kassameistaranum í felag ella av tveimum stjórnarlimum í staðin fyri formannin.
Hann skal til ársaðalfundin gera upp roknskap felagsins, soleiðis at hann, eftir at vera grannskoðaður, kann liggja frammi á ársaðalfundi.

§ 19.
Størri avgerðir í peningamálum kunnu ikki verða tiknar uttan nevndarfundarsamtykt.
Um peningagáva skal latast øðrum enn til at stuðla og fremja framgongd innan handverk, krevst eisini nevndarfundarsamtykt.

§ 20. Stjórnarval
Nevndin verður vald á hvørjum ársaðalfundi.
Nýggja nevndin tekur við, tá ið aðalfundurin er at enda komin, og gamla nevndin hevur undirritað fundarbókina

§ 21.
Roknskapsgrannskoðari og møguligir álitismenn verða valdir á aðalfundi við vanligari meirilutaatkvøðu.

§ 22. Ársaðalfundur
Aðalfundur verður hildin í fyrsta ársfjórðingi á hvørjum ári. Hann kann vera boðaður í við brævi,Telduposti, SMS skipan, útvarpið ella bløðunum. Er fundurin ikki viðtøkuførur, kann eykaaðalfundur vera hildin ein hálvan tíma aftaná.
Fundirnir skulu vera lýstir samstundis.

§ 23. Føst mál á aðalfundarskránni eru:

1. Val av orðstýrara.
2. Frágreiðing um starv felagsins í farna ári.
3. Frágreiðing frá fundum í meginfelagnum
4. Grannskoðaður roknskapur til góðkenningar.
5. Lønásetan fyri álitisstørv.
6. Val av formanni.
7. Val av nevndarlimum og tveimum eykalimum.
8. Val av grannskoðara.
9. Ásetan av limagjaldi.
10. Innkomin mál og ymiskt.

§ 24.
Aðalfundurin kann við fundarsamtykt verða slitin fyri at halda fram seinri, tá skal tíð og stað verða upplyst á fundinum.

§ 25.
Aðalfundurin er gildugur, tá ið 3 stjórnarlimir og 8 felagslimir eru møttir. Eru ov fáir limir møttir, skal lýst verða til eykaaðalfund á sama hátt sum í § 22 Hesin fundur hevur í øllum førum fullan avgerðarrætt.
Aðalfundurin hevur rætt til at taka burtur, broyta og seta nýggjar lógir.

§ 26.
Uppskot til lógbroyting skulu vera nevndini í hendi minst 14 dagar aðrenn aðalfundin, har tað skal leggjast fram.

§ 27. Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundur fylgir somu reglum sum aðalfundur, tó kann hann verða boðaður við styttri freist, men tá skulu limirnir, ið møttir eru, samtykkja vald hansara. Eykaaðalfundur kann broyta lóg.

§ 28. Felagsfundur.
Felagsfundur til umrøðu av ymiskum spurningum skal verða hildin, tá ið stjórnin heldur tað vera neyðugt. Um limir tvørturímóti stjórnini halda tað vera neyðugt at hava fund, kann stjórnin ikki sýta, um skrivlig áheitan kemur undirskrivað av í minsta lagi 12 limum. Somu reglur galda viðvíkjandi eykaaðalfundi.

§ 29.
Formaðurin setir fundin, síðan velur fundurin orðstýrara. Áðrenn fari verður undir sjálvt fundarevnið, skal formaðurin úr fundarbókini lesa upp tað, sum fram er farið frá og við seinasta felagsfundi.

§ 30.
Vanligur fundur hevur avgerðarrætt í øllum málum, sum ikki serstakliga eru løgd undir aðalfund ella eykaaðalfund.
Fundargongdin er vanlig eftir teirri skrá, sum kunngjørd er í fundarlýsingini.

§ 31.
Vanligur felagsfundur kann verða boðaður sama dag, sum hann verður hildin um kvøldið. Er tíðin knøpp, verður lýst í útvarpinum.

§ 32.
Á vanligum fundum ræður meirilutin í øllum avgerðum.

§ 33. Uppskot á fundum.
Uppskot, sum koma fram á fundum, vanligum fundum, aðal- og eykaaðalfundum, skulu verða skrivað og bókførd. Eru broytingaruppskot, verða tey fyrst sett undir atkvøðu hvørt fyri seg, soleiðis at tað, ið flestar atkvøður fær, verður roknað sum samtykt. Um fundurin ynskir tað, kann atkvøðugreiðslan vera skrivlig.

§ 34. Limagjald.
Limagjaldið verður ásett á ársaðalfundinum.

§ 35. Álitismenn/kvinnur
Álitismannaskipanin er viðurkend, og skal nýtast av limum felagsins.

§ 36. Arbeiðssteðgur – verkfall
Arbeiðssteðgur kann verða settur í gildi á einum ella á fleiri arbeiðsplássum, um orsøk er til tess.

§ 37.
Áðrenn arbeiðssteðgur verður settur í gildi, skal stjórnin gjølla kanna umstøðurnar. Vísa tær seg at vera sera álvarsamar, kann stjórnin av egnum ávum krevja, at arbeiðið verður steðgað uttan ávaring. Tó má vera boðað til eykaaðalfundar viðvíkjandi málinum, áðrenn 24 tímar eru lidnir frá, at arbeiðssteðgur er settur í gildi.

§ 38.
Áðrenn fullkomið verkfall verður sett í gildi, skal skrivlig atkvøða fara fram.
Í øllum førum skal minst 75% av teim møttu limunum greiða atkvøðu, og krevjast 75% av innkomnu atkvøðunum at vera fyri verkfalli, um tað skal verða framt.

§ 39. Sjúkrapeningur
Sjúkrapeningur felagsins verður goldin av rakstrarkontoini.

§40. Reglugerð fyri sjúkrapengar

Stk 1.
Limir í Fuglafjarðar Handverkarafelag hava, tá sjúka kemur á, møguleika at fáa peningaligan stuðul úr sjúkragrunninum, um niðanfyristandandi treytir eru uppfylgtar.

Stk 2.
Rætturin til sjúkrapengar er treytaður av, at viðkomandi er limur í Fuglafjarðar Handverkarafelag og hevur seinastu 3 mánaðirnar, áðrenn skaði ella sjúka kom á, goldið limagjaldið til felagið. Umsøkn um sjúkradagpening skal vera felagnum í hendi innan 3 mánaðir frá tí at man er blivin sjúkur.

Stk 3.
Veitingin vegna sjúku ella skaða er 20% av galdandi arbeiðsmannaløn fyri vanliga arbeiðstíð frá og við 1. degi í mesta lagi upp til 3 mánaðir. Sjúkrapeningur verður bert veittur í 3 mánaðir pr. álmanakkaár.
Læknaváttan, ið vísir, nær sjúkan ella skaðin var, skal fyriliggja.

Stk 4.
Um talan er um skaðatilburð í arbeiðstíðini, verður gingið eftir sáttmálanum millum Meistarafelagið og Handverkarafeløgini. (§3 stk.1 í sáttmalar millum Føroya arbeiðsgerara- og handverksmeistarafelag)

§ 41.
Rætturin til sjúkrapengar fellur burtur í nevndu førum:

Stk 1.
Tá ið tann sjúki/skaddi kemur undir aðra trygging ella tryggingarlógina.

Stk 2.
Tá ið tann sjúki / skaddi sjálvur við viljað ella grovum gáloysni hevur voldað sær sjúkuna ella skaðan.

Stk 3.
Tá ið óðarbeiðsføri skildast drykkjuskap.

Stk 4.
Tá ið talan er um almennar frídagar.

Stk 5.
Ivamál avger nevndin í Fuglafjarðar Handverkarafelag.

§ 42. Avtøka felagsins
Felagið kann bert takast av, tá ið hesar treytir verða fylgdar:
1. Lýst má vera lógliga til eykaaðalfundar.
2. Avtøka felagsins má vera tilskilað á fundarskánni.
3. 2/3 av limum felagsins mugu vera á fundi.
4. Av teim møttu limunum mugu ¾ greiða atkvøðu fyri avtøkuni. Eru ikki nóg nógvir limir møttir á fundi, kann verða boðað til eykaaðalfundar á øðrum sinni við somu dagsská, og er hesin fundurin tá altíð viðtøkuførur við ¾ av teimum møttu. Ikki mugu ganga meira enn 14 dagar frá hesum fyrra til tann seinra fundin.

§ 42.
Verður samtykt at taka felagið av, verður 5 manna nevnd vald á hesum fundi, ið skal skipa fyri, at allur peningur felagsins verður settur í sparikassa ella banka til hægstu rentu, og at umsita møguligu ognir felagsins. Peningur og ognir, kunnu bert yvirtakast av einum felag, sum er stovnað við sama endamáli sum hetta felagið, ið soleiðis verður tikið av. Tílíkt nýtt felag skal tó í minsta lagi hava virkað í 5 ár og ikki hava færri enn 50 limir. Er slíkt felag ikki stovnað 10 ár aftaná, at hetta felagið er avtikið, falla ognir felagsins og peningur í grunn, sum verður fyriskipaður av eini av meginfelagnum valdari nevnd, ið fær um hendi eftir umstøðunum at nøra um ogn grunnsins og seta upp reglur um, hvussu rentuinntøka grunnsins skal nýtast og býtast. Hesar reglur eiga at miða í móti sama endamáli, sum avtikna felagið hevði.

Soleiðis samtykt á ársaðalfundi Fuglafjarðar Handverkarafelags tann 26.02-2015.
Nevndin.