Tryggingartakararnir og 17 fakfeløg eiga nú LÍV

Tryggingartakararnir og 17 fakfeløg eiga nú LÍV

 


Føroya størsta pensjónsfelag, LÍV, skiftir nú eigarar. Eftir drúgva tilgongd er komið á mál við ognarskiftinum, so LÍV, sum hevur tveir triðingar av samlaðu føroysku pensjónunum og pensjónstryggingunum, nú verður ogn hjá tryggingartakaranum sjálvum og 17 av føroysku fakfeløgunum.
Ognarfelagið LÍV, sum umboðar allar tryggingartakararnar, fær handað 50% av LÍV frá Føroya Landsstýri. Hin eigarin verður P/F Fakfelag, ein fakfelagsbólkur umboðandi 17 fakfeløg.

Íløgan, sum fakfeløgini hava gjørt í LÍV, er ein samhaldsføst íløga. Endamálið er at tryggja øllum tryggingartakarum størst møguligan vinning av teirra uppsparing og góðar tryggingar. Í partaeigarasáttmálanum er tryggjað, at fakfeløgini ikki skulu hava vinning av íløguni. Allur vinningur fer sostatt til tey, sum hava pensjónsuppsparingina hjá LÍV.
Ognarfelagið og Fakfeløgini fegnast um, at tað er eydnast at fáa eigarar, sum hava felags áhugamál.
Fremsta endamálið er, at ágóðin av virkseminum hjá LÍV fer til tryggingartakaran. Lágur umsitingarkostnaður, samhaldsfesti og dygdargóðar og kappingarførar tænastur eru tað, LÍV og nýggi eigaraskarðin savna seg um.
Eisini fegnast partarnir um, at tað við hesum er eydnast at tryggja karmarnar fyri, at vit framhaldandi kunnu hava eitt føroyskt lívstryggingarfelag við dugnaligum starvsfólkum, sum virkar her heima og sum eisini hevur atlit fyri, at partar av føroysku pensjónspengunum koma at virka í føroyska samfelagnum til gagns fyri bæði tryggingartakarnar og føroyska samfelagið sum heild.

Ognarskiftið fór fram á hátíðarløtu á LÍV, Kopargøta 1, hósdagin 1. september, har Poul Michelsen, Landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, handaði nýggju eigarunum LÍV.


Tey 17 fakfeløgini, ið mynda P/F Fakfelag eru:

• Arkitektafelag Føroya
• Bioanalytikarafelagið
• Ergoterapeutfelagið
• Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
• Felagið Radiografar í Føroyum
• Føroya Handverkarafelag
• Føroya Pedagogfelag
• Føroya Skipara- og Navigatørfelag
• Fysioterapeutfelag Føroya
• Heilsuhjálparafelag Føroya
• Heilsurøktarafelagið
• Kost- og Føðslufelag Føroya
• Ljósmøðrafelag Føroya
• Maskinmeistarafelag Føroya
• Musikklærarafelag Føroya
• S & K Felagið
• Starvsmannafelagið

Nevndin í Ognarfelagið LÍV
• Palli Petersen, formaður
• Jákup Danielsen, næstformaður
• Gunnleivur Dalsgarð
• Jógvan Ravnsfjall
• Maria Húsgarð


Ársaðalfundurin 2016

Fuglafjarðar Handverkarafelag havt ársaðalfund

Fuglafjarðar Handverkarafelag hevði ársaðalfund á Muntra 17. mars 2016 kl. 19,00.
Fundurin var ikki viðtøkuførur, og tí varð eykaaðalfundur hildin 1/2 tíma seinni.

Tríggir nevnarlimir stóðu fyri valið, og vóru teir allir valdir aftur.

Nevndin í Fuglafjarðar Handverkarafelag er

Jóhan Hansen, formaður
Jann F. Hansen, næstformaður
Jákup Eliassen, skrivari
Agnar Lassaberg, nevndarlimur
Petur við Gjónna, nevndarlimur

Eykalimir eru Hans Vilhelm Antoniussen og Abraham Hansen.

Føroya Handverkarafelag og LÍV gjørt nýggja eftirlønaravtalu

Samstarv hevur verið millum Føroya Handverkarafelag og LÍV í fleiri ár, og hava partarnir júst undirskrivað nýggja eftirlønaravtalu. Avtalan tekur við tann 01.01.2015.
Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, sigur seg vera nøgdan við avtaluna og fegnast um framhaldandi samstarv við LÍV.

Avtalan fevnir millum annað um:

• Eftirløn
• Trygging við deyða
• Trygging við avlamni
• Trygging við ávísum hættisligum sjúkum
• Lokaupphædd

Limir felagsins kunnu fáa meira innlit í skipanina her:
LÍV faldari

Ársaðalfundurin 2015

Fuglafjarðar Handverkarafelag hevði ársaðalfund á John´s Café 26. februar 2015 kl. 19,00.
Fundurin var ikki viðtøkuførur, og tí varð eykaaðalfundur hildin 1/2 tíma seinni.
Á skránni var millum annað formansval, og val av einum stjórnarlimi. Formaðurin, Jóhan Hansen og stjórnarlimurin, Agnar Lassaberg vórðu báðir einmælt afturvaldir.

Nevndin í Fuglafjarðar Handverkarafelag er:

Jóhan Hansen, formaður
Jann F. Hansen, næstformaður
Jákup Eliassen, skrivari
Agnar Lassaberg, nevndarlimur
Petur við Gjónna, nevndarlimur

Eykalimir eru Atli Larsen og Hans Vilhelm Antoniussen.

Ársaðalfundurin 2014

Ársaðalfundurin var í ár hildin á John’s Café tann 26. Februar 2014. 12 mans møttu til fundin, og var fundurin sostat viðtøkuførur.

Ein útskifting var í nevndini. Atli Ryggshamar, sum hevur verið skrivari í nevndini, tók ikki við afturvali. Í hansara stað kom Jákup Eliassen, sum nýggjur nevndarlimur.

Ársaðalfundur felagsins 2013.

Fuglafjarðar Handverkarafelag hevði ársaðalfund á Muntra, tann 28. Februar. Á skránni var millum annað formansval.

Jákup Eliassen, sum hevur røkt fomansstarvið seinastu 12 árini, ynskti ikki at taka við afturvali. Nýggjur formaður er Jóhan Hansen.

Av stjórnarlimum stóð Agnar Lassaberg fyri vali, og var afturvaldur.