Føroya Handverkarafelag og LÍV hava longu góða avtalu um samlagstrygging, og hon verður enn betri 1. januar 2020, uttan at gjaldið fyri samlagstryggingina hækkast.
Sum nú er, fevnir samlagstryggingin við deyða, ávísar hættisligar sjúkur og við óarbeiðsføri. Eisini fevnir avtalan millum Føroya Handverkarafelag og LÍV um eina Lokaupphædd á 100.000 kr. ið verður útgoldin í einum tá tú verður 67 ár. Allar avtalur í samband við trygging og eftirløn eru á heimasíðuni www.fhf.fo.
Tey feløgini ið eru umfataði at hesi avtalu eru: Atlantic Workers Union, Fuglafjarðar Handverkarafelag, Klaksvíkar Handverkarafelag, Nes Sóknar Handverkarafelag, Norðstreymoyar Handverkarafelag, Vága Handverkarafelag og Vestmanna Handverkarafelag.
Ískoyti til avtalu: hoyritól
Frá 1. januar 2020 verður avtalan millum Føroya Handverkarafelag og LÍV víðkað soleiðis hon framyvir eisini veitir endurgjald til hoyritól, upp til 4.000 kr. fyri hvørt hoyritólið sær.
Avtalan varð undirskrivað tann 12. desembur 2019. Á myndini eru Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, og Dan Joensen fyri P/F Tryggingarfelagið LÍV.